Carrion Crown

Tim fortelur - partur 1

Recap by a dummy for dummies

Tim kom til Ravengo fyri nøkrum døgum síðani]. Ravengo er ein merkiligur býur, har merkilig ting henda. Øll eru ordiliga fitt – kanska uttan illimaður, hann er altíð illur – og sjálvt um Tim saknar heim, so ger Tim nógv týd… tgni… T Ý D N… ING… armikiðð! Tim er raskur, tí Tim samlar pengar og skal vera FYRIMYNDARLIGUR fyri síni børn. Tað má Tim vera.

Tað var ein myrkan og regnuttan dað, at Tim fekk at vita, at Professarin er deyður. Tim fór at gráta ordiliga nógv, tí professarin er ORDILIGA fittur. Hann hjálpt Tim nógv. Sera nógv. Professarin vildi hava Tim til jarðandi ferð, og tí fór Tim til býin Ravengo.

Býurin Ravengo er faktiskt ikki ein býður. Har eru ov lítið hús og fólk, og býir hava nógv húsa og fólk. Men næstan øll fólkini har eru ordiligana fitt. Dóttir professaran er ordiliga pen og fitt, og hon var kedd. So Tim fortaldi henni, at Professarin er ordiliga fittur.

So var Tim har í nakrar dagar, og onnur fólk komu. Tonya er ein ordiliga fitt kona, sum dámar væl at sníkja og vil at deyð eru deyð, illimaður, sum er illur og luktar illa, Pyiasar, sum er ordiliga fittur og dámar væl at spælað við Tim og fara út at eta við Tim og gera gólv vátt, ein lítil drongur sum allatíð er stillur, og Fabio, sum dugir alt ordliga væl og onkuntíð luktar brent!

Tim, fittu fólkini og illimaður fóru at jarðarferðia Professaran. Men nøkur fólk í Ravengo søgdu nei, tí tey vóru bangin fyri Professaranum og hansara spøkilsum. Tonya og Pias søgdu “NEI! Professarin er fittur!” Og so vóru øll glað og vinir aftur. Fólkini eru ordliga fitt :-)

So fór professarin í jørðina, Tim fortaldi øllum at professarin var ORDILIGA fittur, og hini søgdu eisini ting. Tim svav eitt sindur meðan hann græt, so hann veit ikki alt tey søgdu.

So fóru vit aftur í hús. Tonya, Fabio og Illimaður fóru út at renna eftir einum manni, sum Fabio vildi “fucka upp” (Tim veit ikki hvat tað er), og Tim og Piyasu spældu spøl. So fór Tim at sova.

Dagin eftir uppførdi Illimaður seg ljótt, onkur málaði bókstavir á eina standmynd, Tonya og Tim funnu ein seðil við loyniligari skrivt um at ein maður skuldi hava bloodbrew, sum eingin veit hvat er. So fingu vit eitt testa… ment? við bókum og Tim skuldi vera í Ravengo í 30 dagar. Tað er long tíð og Tim vil heim aftur, men Tim fær pengar fyri at vera í 30 dagar, so Tim má verað. Tim samlar pengar.

So fóru nógv at lesa um spøkilsið og ónd fólk, Tim spældi við børnini og lærdi nýggjan sang, og Tim og Pyiax fóru í Tavern at eta varúlvapissiting og vampyrting, sum smakkaðu væl. Eldur, sum ikki var har, kom av kortspæli, Pyiazxu gjørdi gólvið vátt og Tim… ehm… Tim fann nøkur kort, jað, Tim tók tey ikki, nei!

Um náttin bleiv Illimaður meira ørur og sá ting, sum ikki vóru har, og Tonya fekk ilt av manninum, sum málar ting á standmynd.

Tað var ikki gott at Tonya fekk ilt, so tí fóru Tim, fittu fólkini uttan Tonya og so Illimaður at skelda ónda mannin. Óndi maðurin hevði dripið nógv djór tá hann teknað, so Tim fór eftir løgreglunið, sum segði at Tim er raskur. Óndi maðurin bleiv tikin, og Tim bleiv løgreglumaður, meðan Illimaður fór inn til óndað mannin, sum eisini var maðurin, sum segði nei til at Professarin skuldi jariferiast. Óndi maðurin fekk ilt og Illimaður bleiv skeldaður.

Tim hevði týdning…ar…mikla uppgávu at steðga Old River í at pissað! Hann skal pissa rætt! So tað gjørdi løgreglumaður Tim, men tað riggaði ikki. So løgreglumaður bleiv keddur, skeldaði Tim, og koyrdi Tim í fongsul, har Illimaður eisini var. Óndi maðurin lág og gramdi seg, tí hann hevði ilt. Tim veit ikki, um Óndi maðurin datt meðan Illimaður var hjá honum? Men Tim er ikki løgreglumaður meira og sleppur ikki at hjálpa meira.

Illimaður og Tim sloppu út, og fóru saman við øllum teimum fittu inn í ikki grøv hjá Professaranum at finna vápn at berjast við spøkilsi. Vit skulu vera hetjur!

Tim sova nú, kay? Men Tim skriva meira seinni!

Comments

ThrandrDomberiFilswhich

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.