Adivion Adrissant

Fyrrverandi lærlingur hjá Prof. Lorrimor

Description:
Bio:

Adivion hevur fortalt tykkum, at hann var fyrrverandi næmingur hjá Prof. Lorrimor. Hann og Kendra vóru tey einastu, burtursæð frá tykkum, ið fóru til jarðarferðina. Tykkara insight checks vístu, at hann hevði eina blandaða kenslu, tó fyri tað mesta sorg og saknur – men við einum sindri av skuldarkenslu. Tá tit seinnu prátaðu við hann, funnu tit útav, at hann og Prof. Lorrimor komu at skeldast um eitt ávíst akademiskt evni, sum gjørdi, at Adivion fór frá Lorrimor. Nú eru gingin fleiri ár síðani uttan at hava sæð ella hoyrt frá Lorrimor. At hoyra um deyðan hjá Lorrimor var skelkandi fyri hann.

Adivion fór aftur til Lepidstadt morgunin eftir jarðarferðina. Síðsta hann segði við tykkum var, at um tit finna útav, hvussu Lorrimor veruliga doyði – og hvør drápsmaðurin man vera – so hevði hann gjarna viljað fingið tað at vita.

Tit funnu eitt stykki av pappíri í skrellinum hjá Adivion, sum var skrivað í citrón blekki. Teksturin kom fram, tá tit hildu tað yvir hita: “Gev bloodbrew til Radvir”.

Adivion Adrissant

Carrion Crown Omnipraetor