Carrion Crown

Tilvildarligir Tankar hjá Ludwig Labhrainn, part deux

AHAHAHAHAHA! Tey eru… heh… tey eru øll… AHAHAHA! Tey eru øll ódjór! Tonya, Pyas, Fabio og sjálvt dólgurin! AHAHAHA! Tey hava minni mannablóð ímillum sín enn ein vampyr við sosiali angist. Faktiskt… heh heh heh… er tann einasti NORMALI PERSÒNURIN Í BÒLKINUM EG! AHAHAHAHAHAHAHAHAHAHAHA!!!”

“Fýra ódjór í mannahami og Labhrainn drongurin úti at basa alt tað Ustalav hevur at bjóða… Tilveran hevur sku ein sans fyri humor. Her royni eg at rættvísgera mín hugsunarhátt (tó at tað skuldi verði óneyðugt), meðan hetta harkaliði geva skap til mítt besta argument. Basa eldi við eldi, indeed. Var hetta ætlan tín, Lorrimor? Eg trúgvi ikki uppá lagnuna, men eg havi ilt við at trúgva at júst eg fann mín veg til júst hendan riðilin av óvart. Um so, hvat fræta var ætlanin? Ha, títt egghøvd? Er hetta títt vælsignilsi til mín, ella vónaði tú at hesi kundu ‘umvenda’ meg? Dugdi ongantíð at lesa teg…
Um ikki tú, so var tað kanska Ustalav sjálvt sum førdi okkum saman. Onkuntíð, í mínum meira HRRHHMRF sentimentalu løtum, spekuleri eg um alt landið er forbannað. Um tað vil gera sínum íbúgvum ilt. Um kanska hvør varúlvur bara er ein long klógv, hvør vampyrur ein hvøss tonn á einum ófatiliga nógv størri ódjóri. Um so er, so sær tað kanska humor í at føra okkum saman. Men í tí førinum skal eg syrgja fyri, at tað verður eitt dømi á gálgahumor.”

“Lepidstadt líkist sær sjálvum. Ferðin har til gekk sum so fínt. So væl sum nøkur tílík ferð kann fara við møsninum hjá Tim og Lorrimor gentuni. Shit, hon irriterar meg bara eg leggi eyga á hana. Spill av góðum sáði. Einasta vit runnu inní var eitt lokalt freakshow. Teimum feilti onki. Tey vórðu bara misshátt. Ferðaliði hjá mær er nógv verri. Og hasir idiot bøndurnir bóðu OKKUM um hjálp at reka TEY út? Idiotar. Vita ikki hvat tey skulu ræðast.
Men Kendra pillaði so av tá ið vit fyrst komu til býin. Hon hevði okkurt vrøvl at síggja til. Søgu. Mál. Bókmentir. Okkurt tílíkt svass. Vit megnaðu tó at fullfíggja testamentið hjá Lorrimor, men í gerðini eru vit endaðir sum verjan hjá einum fuckin’ golem. The Beast of Lepidstadt… Hetta er ikki fyrstu ferð eg havi sæð ein flesh golem, men hesin letur til at verða tilvitaður. Havi hoyrt dømir um at tílíkt kann henda í sjáldsamum førum. Well, eg sigi tilvitaður, men ódjórið er umleið líka heilablást sum Tim aftaná ein túr í ‘kirkju’. Hann dugir ikki at siga okkum nakað um hesi morðini. Tað er tó ikki ósatt, at okkurt er skidi-skeivt við sakini. Fyri tað fyrsta tykjast fólk her alt ov ivrig at leggja hondjørn á svørðið heldur enn hondina sum heldur svørðinum. Ongin letur til at leita eftir gandakallinum sum gjørdi ódjórið. Tað er ein fuckin’ golem; hann hevur ein skapara. Eg skuldi tó kanska ikki sagt ov nógv. Tað er møguligt at skaparin er alchemistur. Eg fann leivdirnar av einum alkemiskum extract. Og eitt andlit. Skuldi ikki verði ógjørligt at funnið ein fýr uttan andlit.”

Comments

ArthurGud

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.