Carrion Crown

Tim fortelur - partur 2

Recap by a dummy for dummies

Seinastu dagarnir í Ravengo hava verið merkiligir. Nógv merkilig ting hend!

Tá vit vakna fingu vit at vita, at óndi maður hevði rópt nógv í nátt. So vit fóru at spyrja løgregluovastan, um vit kundu hjálpað honum aftur! At byrja við segði hann nei, men so ja, tí vit klókir. Vit vita at spøkilsi er í ónda manninum, og at óndi maðurin í veruleikanum er fittur! Øll eru fitt! Eisini Illimaður… kanska.

So Tim RANN eftir gamlað prestinum, og vildi bera prestin aftur, men presturin segði “Nei, Tim, eg vil ganga!”. So Tim segði “ok” og gekk ordiliga seint.

Presturin kom so til fongslið, gjørdi løgin ting og segði: “Ja – tit klók! Óndi maður var gandaður og hevði marruna! Tað var kanska tí hann gjørdi løgin og ónd ting! Tit røsk og hjálpa øllum, serliga Tim”. Tað segði presturin, jað.

Men Tim og Illimaður hildu alt hetta var keðiligt, so Tim skuldi vísa Illamanni, hvussu væl Tim duga at binda ting. Tim fann ein SEYÐ og bandaði seyðin! Seyðurin segði “mææææh”. Men Illimaður snýtti Tim! Illimaður vildi stjala bløðruna frá seyðinum og royndi at drepa seyðin! So Tim tók seyðin, rann avstað við seyðinum, fór inn í kamarið hjá sær við seyðinum, og Illimaður kom aftaná! Hann rann skjótt og royndi at bróta hurðana hjá Tim!

Men Tim er klókur. Klókariari enn Illimaður. Tim og seyður hoppaðu út gjøgnum vindeygað, og Tim mintist tá hann dansaði ballet til Klokkarin frá Absalom. Tim rópti “FRIÐSKJÓL! HJÁLP! FRIÐSKJÓL!” og rann inn í kirkjunað við seyðinum. Klókur lítil prestur snýttaði so Illamann, og segði at Tim og seyður fóru onkra aðrastaðni, so seyður er tryggur inni í kirkjuni!!!

… Hvat er ein bløðra? Tim veit ikki. Má spyrja Pyarasisu.

Aftaná tað fóru vit niðan í fongsil uttanfyri Ravengo. Har var sera óhugnaligt, men Tim var ordiliga raskur! Hinir eisini raskir! Vit øllar hetjir!!!

Fyrst klatraði Tim upp um portur, og bleiv ORGLIGA bangin! Tað var farligt! Tim veit ikki hví, men tað var tað! Men sjálvt um tað var farligt, so hjálpti Tim hinum inn við bandi.

Tonya sníkti seg at kanna torn og fann einkið. So kannaðu vit gomul lítil ljót hús, har vit funnu ein stól við stavum á, men Fabio breyt stólin ordliga nógv. Tim veit ikki hví og heldur tað er merkiligt. Men okey. Kanska ikki. Tim veit ikki altíð so nógv.

So fóru vit at kanna ting, meðan Pyiras skrivaði merkilig tekin niður. Tim sáa ongantíð hvar Pyrus fann tekin, Pyari ordiliga góð eygu. Lítli drongur var eftir og hjálpaði Piyra.

Illimaður og Tonya fóru upp í torn. Har komu ordiliga nógvar rottur, sum mundaðu etið Tonya, men Illimaður blakaði bumbur, flenti og rópti “MEIRA! EG ERI ILLIMAÐUR OG VIL DREPA MEIRA TÍ EG ALTÍÐ ILLUR!!!! GEV MÆR STERKT AT BERJAST MÓTI SO EG KANN FÁA AV! EG MERKILIGUR OG LUKTI ILLA!!!!”, men bara rottur vildu berjast við Illamann. Kanska tí tær lukta líka sum hann? Tim veit ikkið.

Tim og Fabio fóru at leita eftir brunni. Tað vildi Fabio. So vit funnu skitið brúnt vatn, og Tim var ordliga góður at fiskað ting, meðan Fabio stóð aftanfyri Tim. Vit fangaðu ongan fisk, men vit fangaðu gull og flottar steinar við fisking! Fabio segði Tim var raskur. Tim heldur Fabio er fittur.

Men Tim bleiv ordiliga skitin og fór at lukta illað. So vit fóru til stórt vatn at vaskað Tim. Úr vatninum komu trýð ikki deyð deyð ting! Tey høvduð einkið etið og vóruð ordiligað svong, tí ein sá bara bein! Tim heldur tey vildu eta ting!

So Tim mátti berjast og sláa hart, meðan Fabio blakaði ting og rópti. Tim var ordliga raskur, tí eingin rakti Tim! Deyður royndu ofta, men Tim ov raskur, slóg hart og drap teyð! Tá tey doyðu søgdu tey BOOOOM og eldur kom!!!! Tað var ordiliga merkiligt! Fabio royndi at koma oman at hjálpa Tim, men tað var ikki smart, tí ikki deyð deyð raktu Fabio, og Fabio fór at lukta brentð!

So fóru vit aftur til Pyarasis, Illamann, Tonya, men lítli drongurin var vekk. Og so fóru vit upp á stóra stein altan á fongsli, fyri at farað inn!

Og har hendi nakað ordliga merkiligt. Bein armar og stórur merkiligur knívur roynduð at drepa okkum! Tim sláai og sláai, men einki hendi! Og hinir royndu eisini, men heldur einki hendi! Til síðst gandaði Pyaru og Illimaður, og TÁ hendi okkurt, og løgna tingið doyðið! Tim dugir ikki gand, so ordliga gott at Tim hevur fitta vinir, sum hjálpa Tim at ikki doyggja. Og Illimaður hjálpti eisini – kanska hann er fittur?

Men vit fóru inn. Har var myrkt fongsul, og beinagrindir. Nakrar hurðar vóru uppi, nakrar hurðar vóru aftur. Vit sníkja, hyggja, tá knappliga stórar ólekkrar blóð etandi flugur leypa á! Tim berjast, men ein býtir Tim!!!! Og spøkilsi kom eftir Tonya við tónleiki, og fekk meira ikki deyð deyð ting upp! Tað var ordiliga farligt!

Vit bardust nógv. Tim drap nakrar flugur, Tonya drap eina, Pyarius drap nógv deyð, Fabio brúkti merkiliga fløsku og Illimaður segði BOOM og leyp á ting! Tað var ordliga farligt, og Tonya mundi fingið ordiliga ordiliga av, men til síðst vunnuð vit og spøkilsi, flugur og ikki deyð deyð ting vóru ordiliga deyð! Vit røsk!

So vit leita, royna at koma upp gjøgnum hurð í lofti, men tað riggar ikki, og Illimaður og Fabio finna deyðan mann við ketum. Fabio segði “Hmmm, eg Fabio og eg eri klókur, men ikki líka klókur sum Tim. Eg haldi hetta er faðir merkiligt navn, og hann er farligur!!!”. Luddi segði so “FUCK YOU FAÐIR MERKILIGT NAVN!!!!! TÚ SKAL BERJAST VIÐ MEG!!!! EG RÓPI ALTÍÐ OG LUKTI! KOM FRAM!!!!”, og so tók Luddi mannin við sær og gjørdið ljót ting við hann.

So fóru vit út og Tonya og Tim klatraðu upp á takið. Tað var ringt, men til síðst komu vit upp í ovasta torn, har ein RISA fluga leyp áð!!! Tonya mundi AFTUR doyð, men Tim er raskur og bjargaði henni! Tim drap fluguna! Alt gott aftur!

Men so bleiv myrkt og vit fara heim at sova. Fyrst siga Tonya, Tim og Pyias tó “Tað er synd í deyðum tingum! Tey mugu sova ordiliga í kirkjugarði!” so vit taka tey aftur til Ravengo, Fabio hjálptaði, og koyra tey í ikki grøvina hjá professaranum. Vit keyptaðu eisini lás, at koyra á, og tað var gott.

Um náttina vaknaði vit nemliga, tí fitta dótti professaran skríggjað! Professarin komin aftur sum ikki deyður deyður og vildi eta hana!!!! Vit bjarga henni, men Luddi bleiv ørur og ordiliga ljótur! Hann royndi at eta professaran, men áðrenn hann var liðugur hoyrdu vit meirað skríggj! Fleiri ikki deyð deyð vóru komin, og vit máttu vera hetjir og bjargað fólkum!

Vit bjargaðu øllum, og tað var tá tað var gott at vit høvdu keypt lás, tí deyðu vóru nú aftur ikki deyð deyð, sum vit máttu gera til deyð deyð aftur! So vit gjørdu tað og koyrdu lás á, meðaðn Illimaður segði: “HVAT SEGÐI EG!!! EG RÓPI ALTÍÐ OG ERI ILLUR!!! GRRRR!!!!”. Tim veit ikki hvat Illimaður segði, tí Tim lurtar ikki nógv eftir honum.

Men so fóru vit aftur at sova.

Góða nátt. Tim sova nú.

Comments

Omnipraetor

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.