Gibs Hephenus

Handtikin fyri herverk og ólógligt djóradráp

Description:

Gibs er ein miðaldrandi maður, sum er enn í góðum formi. Hann hevur stutt hár og bakkenbartar. Hann smílist ongantíð og gríslar illa tenn. Í løtuni er hann ílatin í náttklæðum, meðan hann er í fongsul.

Bio:

Gibs leiddi bólkin av monnunum út á Hvíldarbø fyri at nokta tykkum atgongd við kroppinum hjá Lorrimor. Tit megnaðu at sannføra hann og hansara menn um, at sjálvt um Lorrimor hevði verið ein necromancer, so hevði tað havt onga ávirkan á hinum grøvunum.

Eina náttin var eitt stórt “V” skrivað á standmyndini á torginum. Sheriffurin Benjan fann ikki gerningsmannin. Nakrar fáar nætur aftaná blivu “VE” skrivað á standmyndina. Tonya helt vakt á einum taki og sá, at tað var Gibs, sum hevði framt herverkið. Hann hevði ein skinssekk við blóði og ein stóran pensil. Tá hann fór heim, legði hann merki til, at onkur fylgdi aftaná honum. Hann rann undan, men Tonya megnaði at innheinta hann. Gibs vendi tá við mitt á einum bøi, segði “Tit fara ikki at steðga okkum. Horan fer at doyggja!” og leyp á. Hann skar Tonyu djúpt við einum barberblaði. Hann gekk út frá, at hon var deyð, og fór heim.

Tit megnaðu at finna hansara smáttu. Innanfyri lóu nøkur blóðgað djór í einum kamari. Tit handtóku hann við hjálp frá Benjan. Tá tit tosaðu við hann, megnaðu tit ikki at fáa nøkur brúkbar svar frá honum. Hann visti onki um herverkini, sum hann hevði framt.

Nakrar fáar nætur seinni fingu tit at vita, at hann hevði geylað og togað í rimunum í nakrar tímar og hevði síðani svímað. Tá tit fingu Faðir Grimburrow at kanna hann, vísti tað seg, at hann var Evil-aligned, og at hann hevði verið raktur av nightmare gandi. Hann sá ikki nakað annað, men skeyt upp, at annað var á spæl.

Gibs Hephenus

Carrion Crown Omnipraetor