Carrion Crown

May gods have mercy

Pyas Yarb

Tá eg plagdi at renna meg fastan við míni gransking hevði Lorimor ein tendens til at blíva ein aktivur partur a mínum lívið júst nóg leingi til at eg hevði nýggj perspektivir at royna. Nú eftur eg var farin úr universitetinum vantaði eg hetta fór at steðga, men um guðsdoy ikki eg fái boð aftur frá honum seinastu ferð eg las meg fastan.

Boðini vóru tó verri enn eg vantaði. Heldigur var eg at Desna vildi at eg kom framm tryggur, tí tað gjørdi eg. Stutt eftur sat eg í einum heldur fínum hølið við 4 fólki eg ikki kendi, men kundi stóla við mínum lívið, síðan Lorrimor sjálvur valdi tey út. Við signing frá Grundinnar komi eg at síggja tað sama í teimum sum Lorrimor gjørdi.

Mær dámar at síggja tað besta í fólkið, men tað er mær klárt at hemmiligheitir eru hildnar innan gruppuni. Tað gekk ikki leingi fyrr enn tann bleika gentan vísti eitt ávíst viðkvæmi fyri positivari orku. Hon segði har hon kom frá dámdi tey ikki gand. Eg eri eingin heks. Mín lekidómur er ikki gykl, og kemur beint frá Sarenrae. Eg dugdi eisini a lesa á henni at hon leyg fyri mær, men hví veit eg ikki enn. Hon vildi bert hava at Luddi orðnaði sár hennara.

Ná ja, Luddi. Ein alchemistur er hann so heilt sikkurt; heilt inn á beini. Tað var lætt at síggja hvussu djúpt Haagenti hevði kløgur sínar í honum tá eg sá hann hava sprettað seg sjálvan upp í sínum egna kamarið. Eg vil ikki stóla uppá hann, síðan alt við honum skríggjar ópálítiligur, men eg havi ikki fangað hann í eini lygn enn, og hann var á mínari síðu tá Tim vildi goyma ting frá okkum.

Tann simpli Tim helt eg man kundi lesa sum ein opin bók, tí hvat sum helst kemur inn í høvd hansara virkar sum at tað kemur út gjøgnum munnin, sum luft í lungunum. Men við morgunmatar borðið vísti tað seg sá at hann stólaði okkum ikki nokk til at siga okkum hvat rasu hann kom úr. Grundinnar má vera komin í Luddi, tí hann stóð við mær at Tim hevði einki at goyma. Eg má halda mítt eyga við Tim.

Fabio. Har er sum so ikki nakað at siga. Tað er fríksligt at ikki skula gita seg til hvat Lorrimor sær í honum.

Spøkilsini í Harrowstone hjálpti mær so einki nærri at mínum málið. Men uppgávur mínar fyri Lorrimor eru ikki lidnar enn, so eydnan ella lagnan kunnu enn toga meg ein veg og annan. Eg veit so at hesi fólkini høvdu ikki havt bein at staðið á uttan meg, ella kanska gingu teir sunt sum Lopparin. So eg burdi hildi teir á lívið sum best eg kann.

Ps. Ein minnið seriøsur tanki. Nógv má eg siga at eg mín forbannilsi hevur ávirka mítt lív, men at vaksa tveir halar uppá eina viku, eftur at eg helt eg var liðugur at vaksa, var ikki nakað eg vantaði.

Comments

K_Guy

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.