Carrion Crown

Tilvildarligir Tankar hjá Ludwig Labhrainn

“Fuck. Seriøst, Lorrimor? Veruliga? Eg ferðist til Ravengro fyri at finna útav hvussu tú doyði, og hetta er tað tú bjóðar mær? Eitt vanligt hús, ein vanlig dóttir, ein vanlig fjøld sum enn ræðist teg tí tey ikki skiltu teg? Tað er eitt undur at tú ikki keddist til deyðis. Eg eri vónsvikin. Væntaði ikki at ein maður sum tú hevði tílíkar trongdir; at eitt sinn sum títt søkti ugga í tí normala. Hetta er ikki okkara heimur. Ravengro er ikki heim til menn sum okkum.
Og hvat fræta er tað við hesum líkberarunum?”

“Pyas er ein góður maður. Ein góður maður sum ber megina hjá gudunum. Hann fer ikki at halda longi. Ustalav hevur sæð túsundavís av hansara slagi; 1000 ár av hansara slagi. Hann fer ikki at verða eini maðurin sum ger munin. Clerics, paladins, crusaders… tey og teirra áh so guddómliga kraft hava havt sín møguleika. Tey dumpaðu. At leggja nakað álit á hansara typu aftaná alla hesa tíð er ein farce. Tey kunnu ikki grøða sjúkuna ið etur at hesum landinum. Hann er hvørki tað Ustalav tørvar ella hevur uppiborið.
Men forbanna góður at drepa spøkilsir, tað skal hann eiga.”

“Tonya. Heh. Daman sum hevur ‘lítillátin’ skriva yvir sær við eldstavum. Hon er ‘banna góð til at forsvinna og sníkja, men tá ið man fyrst er komin andlit til andlit við hana sæst at okkurt er galið. Fann útav hvat tað var fyrstu ferð eg hugdi at sárunum hjá henni: gentan er hálvur vampyrur. Hetta letur til at plága hana. Typiskt dhampir. Altíð so fuckin’ dramatiskir. Hon skilur ikki gávuna hon er fødd við. Royndi at tosa við hana. Tonya er av rætta slagnum. Tilbiðir Pharasmu, hatar undead. Møguliga seg sjálva eisini. Um hon viðurkendi sínar viðføddu eginleikar kundi hon verði júst tað Ustalav hevur brúk fyri. Hvat hevði eg ikki givið fyri at havt hennara gávur. Hon tyktist í tað minsta nøkulunda móttakilig tá ið vit prátaðu.
Men vit kunnu so onki gera fyri Ustalav um vit bæði doyggja av einum rottubiti. Um eg doyggi av einari fuckin’ rottukynssjúku so spøki eg Tonyu. Lítla vampyr-yngli skal verða takksamt fyri at eg tími at fjálga um hana. Hennara heilsa er skræpa. Hon hevði verði sterkari um hon bara góðtók sín uppruna. Shit. Eg hevði sikkurt verði øgiligur sum spøkilsi. Og har er ikki ein skid Tonya kundi gjørt við meg. Punk ass bitch.”

“Tim er ein fuckin’ idiot. Nei, altso soleiðis reint kliniskt. Maðurin er menningartarnaður. Eg haldi at pápi skapti mikrobiskt lív í sínum laboratorium gløggari enn hann. Hann er so seinkaður, at hann hevði vilst í spennitroyggjuni hann skuldi verði ílatin. Áh guð, hvør letur hann í um morgunin? Eg nokti at trúgva at maðurin finnur útav skjúrtum. Trý hol eru ov mikið til hatta sinni. Og nú man hugsar um hol, hetta dylhøvdið eigur børn?! Eg vil als ikki vita hvussu tað hendi.
Mær lystir tó at vita hvat samband hann hevði við Lorrimor. Tim letur til at virða mannin høgt, men hann er so heilablástur at eg ikki kann líta á nakað hann sigur. Hann sær heimin ígjøgnum sítt egna filtur. Tim vrøvlar okkurt um at hann skal savna pengar saman fyri at leyslata konu sína, men dugir (sjálvandi) ikki at greiða nærri frá hesum. Mær dámar hann onki, og hann ei heldur meg. Tað er tó ikki hansara fjákalótir sum irritera meg. Well, ikki bert tær. Hann hevur hatta persónliga eyðkennið sum bert tey veruliga tápuliga hava: hann er idealist. Hann er ein idealistur við óvanliga kvikum beinum og einum hvassum svørði. ‘Heimurin er tað vit gera hann til,’ segði hann mær. Tankin sæst aftur á honum. Hann er kvikur at loypa til svørðið um neyðugt. Men hann hugsar øvugt. Vit eru tað umheimurin gjørdi okkum. Tað veit eg. Lysti at vita hvønn ræðuleika Ustalav framdi fyri at skapa Tim. Og hvat hendir tá ið Ustalav brýtur hann.
Á nógvar mátar er Tim vandamiklasti persónurin eg havi hitt síðani eg kom til Ravengro.”

“Okay, Fabio er alright. Hann goymir okkurt, men hann er alright. Ein maður má sleppa at halda okkurt privat.”

Comments

ArthurGud

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.