Carrion Crown

Tonya's log

Stað: Ravengro í Ustalav

Dato: the something’th of the something

Støðan í Ravengro er ikki góð. Haunti ið plágar fongsuls leivdirnar er nokk tað sterkasta eg nakrantíð havi uppliva. Skilji væl hví Professarin hevur samla okkum her til at taka okkum av hesum, hóast eg ikki heilt líti á hesar merkiligu persónarnar.

Ludvig, ella luddi sum hann kallar seg, er eitt kaotiskt vrak. Hann er ófólkaligur, skitin, voldligur og klombrutur. Hann hevur veri til stóran ampa fyri meg, men eisini ein góður lokkimatur, soleiðis sum hann larmar og skrálar eftir baladu. Tað fær uppmerksomheitina vekk frá mær og loyvur mær at gera tað eg eri best til. Hóast hansara beistaktiga sinnalag og ófantaligheit, so haldi eg at har goymur seg eitt gott og klókt menniskja innan fyri allan handan skittin. Virkar sum ein erligur maður, hóast hann oftani kann vera OV erligur. Kennur til mína “affliction” men hevur tagt um tað, og entá hjálpt mær at goyma tað. Álítandi.

Tim er eitt stuttligt og strævið yvuraskilsi. Hann er líka so kvikur og kringur, sum hann er býttur. Hann klárar seg líka væl í einum bardaga, sum hann klárar seg illa til næstan alt annað. Simpul og lættur at manipulera, um neyðugt. Góður av sær og naiv. Álítandi av persóni. Fáa at síggja hvussu álítandi hann er í gerð.

Fabio. Arrogantur. Virkar ikki álítiligur. Professarin vísti honum álit, so eg seti mítt álit á hansara dóm.

Pyas. Sjálvandi mátti hann duga at channela positiva orku… Hevur veri til stóran ampa og vanda fyri meg. Ger tað ikki lætt at goyma mín tilstand. Góður og hjálpsamur. Altíð klárur at hjálpa øðrum. Álítandi men vandamikil.

Her er eisini ein gnome, men hann hevur fyri tað mesta hildi seg fyri seg sjálvan. Veit ikki hvat eg skal halda um hann.

Kendra. Akkurát sum Professarin fortaldi. Fitt og fólkalig, og ótrúliga gott høvd. Ótrúliga tolin við Ludvig og Tim. Glað fyri at professarin sendi boð eftir mær, og gav mær hetta áliti.

Benjan Caeller. Sheriffur. Virkar sum ein álítandi maður. Dámar ikki Tim og Ludvig.

Faðir Grimburrow. Høvðus prestur í kirkjuni hjá pharasmu. Kennur til mín “tilstand” og hevur bjóða mær tað hjálp eg havi havt tørv á. Leyg tó tá ið eg spurdi um at leggja beinagrindirnar úr fongslinum í tað følsku kryptina.

Gibs Hephenus. Fangaði Gibs í at mála bókstavar á standmyndina á torginum. Var óansin og kom til at larma. Hann slapp sær til rýmingar, men eg fekk hann aftur. Leyp á meg við einum warrazor og skaddi meg illa. Rópti “merin skal doyggja!” Brúkti list til sleppa vekk. Mínir “liðfelagir” fór eftir honum morgunin eftir og fingu hann handtiknan. Ludvig knústi hann sundur í klivanum hjá sær. Heldigur at sheriffurin lat hann sleppa út aftur. Um náttina østi Gibs seg og man kundi hoyra skrálini hjá honum um alla bygdina. Faðir Grimsburrow kannaði hann og staðfesti at har var gandur upp á spæl. Nightmare effekt.
Gibs málaði fyrist eitt V og síðani VE á standmyndina, við blóð frá djórum. Síðani hevur
onkur mála VES, so gandurin er nokk, entin farin víðari, ella kastaður á ein annan. Mistanka til at onkur stavar “Vesorianna”, ið var kona fongsilsvørin í niðurbrenda fongslinum.

Vit hava granska alt tað ið vit kunnu, um fongsli og fangarnar ið sótu har. Vísir seg at har vóru 5 “top fangar” ið sótu har. Opinbart er tað ein barnaríma um teir.

Put her body on the bed
Take a knife and lop off her head
Watch the blood come out the pipe
Feeds the stirge, so nice and ripe
Drops of red so sparkly bright
Splatters spell her name just right
With a hammer killed his wife
Now he wants to claim your life
Tricksy father tells a lie
Listen close or you will die

Ikki tað hugnaligasta ríman eg havi lisið. Tim hevði hoyrt nøkur børn syngja tað, meðan tey spældu. Nú veit eg ikki hvussu nógv av tí er blivi broytt í høvdinum á Tim…
Teir 5 vóru róptir
The Looper
The Piper of Illmarsh
The Splatter Man
The Mosswater Marauder
Father Charlatan
Allir mordarir, uttan Father Charlatan, ið var ein “manipulerari”.

Fóru niðan í fongsli at kanna tað. Funnu rúnaskrift ið gekk allan vegin rundan um fongsli. Møguliga ein “ward” ið hevur hildi hauntinum aftur? Phyas skrivaði tað niður og fer at kanna tað nærri. Ludvig kláraði at øsa ein stóran flokk av rottum, so mikið nógv at tær lupu á okkum. Bleiv bitin, so pharasma viti hvat fyri sjúkur tær munnu hava smitta meg við.
Tim og Fabio blivu álopnir av trimun beinagrindum ið komu upp úr eini tjørn. Einans smáðir snuddir. Megnaðu at sleppa upp á tað ovaru hæddina, har ið vit blivu álopnir av einum flúgvandi lýggja. Mátti leypa í dekkning, so Phyas kundi brúka sína forbrendu positivu orku til at oyðileggja tað. Inni komu vit í bardaga við beinagrindir, stirges og tað ið einans kann forklárast sum tann flúgvandi yvurkroppurin av einum manni ið spældi upp á eina floytu. So eg kann vátta at “the Piper of Illmarsh” er ein partur av hauntinum. Vit kláraðu at neutralisera hann, men spurningurin er hvussu leingi, áðrenn hann kemur aftur? Vit funnu eisini eina beinagrind ið var dekka til við “holy symbols”. Vit komu til tað niðurstøðu at tað mátti vera “Father Charlatan”. Tóku líkini og stongdu tey inni í tí følsku kryptini.

Um náttina blivu vit álopin av teimun upprisnu líkunum ið síst vóru jarðaði, har ið millum líki av professarinum. Tað royndi at leypa á Kendru, men ludvig drakk eina av sínum drykkum og bleiv til tað ið lættast kann kallast ein varúlv og skræddi líkið sundur. Mátti sita við kendru aftaná og forklára henni at hatta var bara eitt lík og ikki pápi hennara. Æðrastaðni vóru eisini slík álop. Steðgaðu teimun uttan nakað deyðstap. Líkini í kryptini vóru eisini komin upp aftur, men sluppu ikki út fyri læstum dyr. Haunti blívur meira aggrasivt.

Comments

enigma911852

I'm sorry, but we no longer support this web browser. Please upgrade your browser or install Chrome or Firefox to enjoy the full functionality of this site.